Vinstriflokkurin størstur á bláa veingi í fólkatinginum

Vinstriflokkurin størstur á bláa veingi í fólkatinginum
Noa Reddington, viðmerkjari, væntar, at fólkatingsval verður útskrivað í hesum mánaðinum
Var fólkatingsval nú, høvdu stjórnarflokkarnir fingið tilsamans 71 sessir, vísir veljarakanning.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.02.2026 - 08:46

Nýggj veljarakanning vísir, at var fólkatingval nú, hevði Vinstriflokkurin verið størstur flokkur á bláa veingi í fólkatinginum.

Tað vísir kanning, sum Voxometur hevur gjørt fyri Ritzau. 

Vinstriflokkurin hevur staðið í stað, meðan hinir báðir stjórnarflokkarnir hava havt framgongd í veljarakanningunum. Men nú er vent í holuni. 

Hevði val verið í dag, hevði Vinstriflokkurin fingið 12 prosent av atkvøðunum og  22 fólkaltingssessir, og hevði tryggjað sær plássið sum størsti flokkur á bláa veingi.

 


Troels Lund Poulsen er formaður í Vinstraflokkinum. 

 

Moderatarnir, sum eisini hava havt framgongd, hava hesa vikuna havt afturgongd. Flokkurin hevði fingið fimm prosent av atkvøðunum og níggju sessir, vísir kanningin.

Í síðstu viku stóðu Moderatarnir til at fáa  sjey prosent og 12 sessir. Og fyri fimm vikum síðani lá flokkurin og tøvdi beint oman fyri tinggáttina, sum er tvey prosent.

Flokkurin fekk tá 2,8 prosent.

 

Sosialdemokratarnir lítla afturgongd

Størsti stjórnarflokkurin, Sosialdemokratarnir, hevur lítla afturgongd og hevði fingið 22,3 prosent av atkvøðunum og 42 sessir.

Tilsamans høvdu stjórnarflokkarnir fingið 71 tinglimir, um val var í hesi vikuni, samanborið við 73 tinglimir í síðstu viku.

Danski fólkaflokkurin hevur eisini framgongd. Flokkurin fær í kanningini hesa vikuna 6,8 prosent av atkvøðunum, sum geva 12 tingsessir.

Politiski viðmerkjarin hjá danska TV2, Noa Reddington, lýsir hýrin á Christiansborg sum elektiskan. 

 


Noa Reddington.

 

- Fólkatingsval verður útskrivað í hesum mánaðinum, heldur hann:


 

06022026_Noa

 

Voxometer-kanningin var gjørd 2. februar. 1001 útvald fólk, 18 ár og eldri, vóru spurd frá 26. januar til 1. februar.

Óvissan er 2,6 prosentstig hvønn vegin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959