Almenn partafeløg í Grønlandi skylda meira enn 12 milliardir

Almenn partafeløg í Grønlandi skylda meira enn 12 milliardir
Trý av teimum stóru feløgunum, Royal Greenland, KNI og Greenland Airports, høvdu tilsamans 543 milliónir krónur í undirskoti í 2024
Royal Greenland hevur gjørt stórar íløgur at endurnýggja flotan. Rentuberandi skuldin var nærum 4,7 milliardir krónur í 2024-roknskapinum.
Mynd: Polar Journal  
 
10.02.2026 - 11:42

Skuldin í almennu partafeløgunum, sum grønlendska landsstýrið eigur, er nú meira enn 12 milliardir krónur.

Tað verður staðfest í nýggjari frágreiðing, sum landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur almannakunngjørt og byggir á roknskapirnar fyri 2024.

Grønlendska landsstýrið eigur 13 partafeløg, harav tey størstu eru Royal Greenland, Greenland Airports, Air Greenland, bústaðarfelagið Illuut, handils- og tænastufyritøkan KNI, flutningsfyritøkan Royal Arctic Line og telefyritøkan Tusass.

Tilsamans starvast fleiri enn 5.300 fólk í fyritøkunum hjá tí almenna í Grønlandi.

 

Skuldin vaksin mest í Royal Greenland

Tað er serliga í Royal Greenland, at skuldin er økt nógv síðstu árini. Felagið hevur gjørt stórar íløgur, eitt nú í at endurnýggja sín fiskiflota. Sambært frágreiðingini hjá landsstýrinum var rentuberandi skuldin í Royal Greenland nærum 4,7 milliardir krónur í 2024-roknskapinum.

Í Grønlandi eru eisini gjørdar stórar íløgur í floghavnir og flogfør, og tað tyngir almennu partafeløgini. Rentuberandi skuldin í Greenland Airports og Air Greenland nærkast tilsamans fýra milliardum krónum.

Trý av teimum stóru feløgunum, Royal Greenland, KNI og Greenland Airports høvdu tilsamans 543 milliónir krónur í undirskoti í 2024. Onnur feløg høvdu tó yvirskot, og samanlagt var undirskotið í teimum 13 partafeløgunum hjá grønlendska landsstýrinum 86 milliónir krónur í 2024.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118