Næstan 55.000 fólk á nýggjárinum

Næstan 55.000 fólk á nýggjárinum
Vøksturin í 2025 var 0,8 prosent, tað eru 448 fólk
Miðalaldurin í Føroyum er vaksin sjey ár síðan 1985.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2026 - 10:35

Næstan 55.000 fólk búðu í Føroyum, tá árið byrjaði.

Vøksturin í 2025 var 0,8 prosent, tað eru 448 fólk.

Tað vaks bara 0,4 prosent í 2024.

Neyva fólkatalið var 54.981 tann 1. januar í ár.

Fólkatalið fór annars beint upp um 55.000 síðsta summar.

 

 

Minkaði eftir fráflyting

Men tað minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu av landinum.

Størri burðaravlop og størri nettoflyting ávirkaðu fólkatalið í fjør.

Burðaravlopið var 210 fólk og nettoflytingin 238 fólk. 

Miðalaldurin í Føroyum er vaksin sjey ár síðan 1985.

Miðalaldurin var 40,4 ár tann 1. januar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532