Kampus-bygningurin liðugt projekteraður

Kampus-bygningurin liðugt projekteraður
Arbeiðið verður nú boðið út, og verklagslóg verður klár at leggja fyri tingið í vár
Kampus-bygningurin skal vera miðdepil í heildarætlanini at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling.
 
12.02.2026 - 08:56

Høvuðsbygningurin í stóru kampus-verkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya á Frælsinum í Havn er liðugt prosjekteraður.

Arbeiðið verður nú boðið út, og verklagslóg fyri bygningin verður klár at leggja fyri løgtingið í vár.

 


Fyritøkan Henning Larsen North Atlantic, við Ósbjørn Jacobsen á odda, hevur teknað og nú eisini prosjekterað kampus-bygningin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggi felagsbygningurin skal vera miðdepil í heildarætlanini at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling.

Hann verður 8.000 fermetrar til støddar.

 


Inni í kampus-bygninginum. 

 

Samtykkir løgtingið verklagslógina fyri summarfrítíðina, kann arbeiðið byrja beinanvegin, og mett verður,  at bygningurin kann takast í nýtslu á heysti í 2030.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12022026_Kampus

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650