Fáa ikki afturvirkandi innlit í P.f. Suðuroyartunnilin

Fáa ikki afturvirkandi innlit í P.f. Suðuroyartunnilin
Hóast áseting í lógaruppskotinum sigur, at tunnilsfelagið skal verða fevnt av almennum innliti, verður tað ikki galdandi fyri skjøl frá tíðini, áðrenn lógin var samtykt
Løgmansskrivstovan hevur svarað fíggjarnevndini um P.f. Suðuroyartunnilin og alment innlit. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.02.2026 - 13:54

Fíggjarnevndin vil vita, hví tað ikki ber til at fáa alment innlit í P.f. Suðuroyartunnilin afturvirkandi.

Í nýggja lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin er ein áseting komin um, at tunnilsfelagið  skal verða fevnt av almennum innliti, men tað er ikki galdandi, fyrr enn lógin er samtykt, og tað verður ikki galdandi fyri skjøl í málinum, sum eru frá tíðini, áðrenn lógin varð samtykt. 

Fíggjarnevndin hevur sent 59 spurningar til løgmanskrivstovuna, m.a. um alment innlit. 

 

Løgmansskrivstovan svarar

"Tá nú sera stórur partur av skjølunum viðvíkjandi Suðuroyartunlinum er vorðin til, áðrenn hendan lógin kemur í gildi, hví kann so ikki gevast innlit aftureftir?" vil fíggjarnenvdin vita.

Í svarinum sigur løgmansskrivstovan, at tað er tí, at skjølini eru vorðin til, tá hildið var, at tey ikki fóru at vera fevnd av almennum innliti. 

"Tá ið innlitslógin kom í 1994, var eisini ásett í § 17, stk. 2 í lógini, at hon er ikki galdandi fyri skjøl, sum ein myndugleiki hevur  gjørt,  ella  sum  eru  komin  einum  myndugleika í hendi, áðrenn lógin fekk gildi. Hetta prinsipp verður víðariført í uppskotinum.  Tann, sum hevur framleitt skjal, áðrenn lógin fekk gildi, hevur gjørt tað undir teirri fyritreyt, at alment innlit ikki er í tilfarið. Eisini er í lógini notatskylda, sum ikki ber til at seta krav um eftirfylgjandi."

Soleiðis svarar løgmanskrivstovan.

 

Landsverk ikki fevnt av innliti

Spurningurin um alment innlit var umrøddur, tá løgmaður fór í tingið við uppskotinum um at flyta alt tilfar frá Landsverki, sum er fevnt av almennum innliti, til P.f. Suðuroyartunnilin, sum ikki er fevnt av almennum innliti. 

Tá svaraði løgmaður, at tað ber til at seta eina áseting í lógina, sum gevur alment innlit í P.f. Suðuroyartunnilin 

Tann ásetingin er ikki komin enn, og tí er alt tilfarið, sum annars hevði verið atkomuligt hjá Landsverki, ikki atkomuligt hjá almenninginum - og heldur ikki fíggjarnevndini. 

Seinast, uppskot um Suðuroyartunnil var í tinginum - tað var í vár - var ásetingin um alment innlit ikki í lógaruppskotinum. Tá var ætlanin at geva alment innlit við kunngerð, eftir at lógin var samtykt. 

Hetta er nú broytt, og er ásetingin um alment innlit vorðin partur av lógini í uppskotinum, sum kemur aftur úr fíggjarnevnindi fyrsta dagin. 

Kortini verður alment innlit ikki latið, áðrenn lógin verður samtykt og avgreidd, og summi kundu kanska hildið, at tað er tá tað er mest brúk fyri tí. 

 

Strika viðkvæmar upplýsingar

- Ber ikki til at strika viðkvæmar upplýsingar, so at innlit fæst í alt tað mest viðkomandi, sum hevur ført til verandi verkætlanina, vil fíggjarnevndin vita.

Til tað svarar Løgmansskrivstovan, at:
  
"Sjálvt um lógin ikki fevnir um tilfar, sum er framleitt, áðrenn lógin fekk gildi, so er onki til hindurs fyri, at P.f. Suðuroyartunnilin letur tilfar frá sær, sum hevur sín uppruna áðrenn. Tað er bara ikki rættarkrav uppá tað. 

Vísast skal eisini á, at við kostnaðarmetingini sum einasta undantaki, eru øll týðandi skjøl, sum eru framleidd sum partur av fyrireiking av verkætlanini, longu almenn sum partur av lógaruppskotinum. Undantakið er kostnaðarmetingin, orsakað av fyriliti fyri komandi útboði."

Sostatt kunnu journalistar, borgarar og fíggjarnevndin fáa alment innlit í P.f Suðuroyartunnilin, tá lógin er samtykt, men einans í skjøl, sum eru framleidd, eftir at uppskotið er samtykt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205