Kalsoyingar: Undirsjóvartunnil besta loysnin at menna oynna

Kalsoyingar: Undirsjóvartunnil besta loysnin at menna oynna
Í vikuni var skipað fyri oyggjafundi í Mikladali um samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni í framtíðini
Í longdini fer tað at loysa seg betur at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna, enn at byggja nýggja ferju og broyta ferjuleguna á Syðradali, halda kalsoyingar. (Savnsmynd)
 
19.02.2026 - 10:56

Undirsjóvartunnil í Kalsoynna er frægasta loysnin, tá hugsað verður um at menna Kalsoynna í framtíðini.

Tað var niðurstøðan á oyggjafundi í Mikladali í týskvøldið um framtíðar samferðslu í Kalsoynna.

Nú er ætlanin at greina málið nærri á stórfundi á Skúlatrøð í Klaksvík, har politikarar og tunnilsserfrøðingar vera við, sigur Sólarn Isaksen á Húsum, sum er millum teirra, ið skipa fyri. 

Sólarn Isaksen sigur, at á oyggjafundinum var ført fram, at hóast íløgan í fyrsta umfari er størri, er undirsjóvartunnil í longdini bíligara loysnin fyri landskassan:

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022026_Solarn_Isaksen

 


Nýggj ferja fyri Sam fer at kosta 180 milliónir kr., og undirsjóvartunnil fer at kosta millum 800 milliónir og 1,1 milliard, segði Ruth Vang, landsstýriskvinna, í tinginum í gjár. (Mynd Strandferðslan)

 

Nýggj ferja kostar 180 milliónir

Nýggj ferja til kalsoyarleiðina fer væntandi at kosta umleið 180 milliónir krónur. Og haraftrat skulu brúkast tíggjutals milliónir krónur til at bøta um ferjuleguna á Syðradali.

Tað upplýsti Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum í gjár. 

Hon upplýsti eisini, at ein undirsjóvartunnil til Kalsoynna væntandi fer at kosta millum 800 milliónir og 1,1 milliard krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022026_Fyrisp__um_kalsoyarleid


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846