- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruth Vang: Gott at fáa áminning frá tjørnuvíkingum um tunnilin

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum var í gjárkvøldið farin til Tjørnuvíkar at taka ímóti teimum gott og væl 300 undirskriftunum, sum vóru savnaðar, fyri at fáa hana at seta gongd á Tjørnuvíkartunnilin.
- Tað er gott at fáa eina áminning frá fólkinum her, at tey vilja hava ein tunnil, ongantíð ov skjótt, sigur Ruth Vang, men hon vildi ikki lova, at farast kann undir tunnilin í ár.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Hava misrøkt okkum
- Vit vilja øll hava ein tunnil, og hann skal koma alt fyri eitt.
Tað sigur Súni Olsen, sum býr í Tjørnuvík, og hevur arbeitt nógv í Havn.
- Politikararnir hava misrøkt okkum, sigur Súni Olsen, sum var á fundi í fullsetta bygdarhúsinum í Tjørnuvík í gjárkvøldið:


























