Norðurlendskir forsætisráðharrar í Kyiv

Norðurlendskir forsætisráðharrar í Kyiv
Í dag eru liðin fýr ár, síðani Russland leyp á Ukraina
Metta Frederiksen, Ulf Kristersson og Jonas Gahr Støre í tokinum á veg til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2026 - 08:19

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, komu í morgun til Kiev við sama toki.

Tað skrivar norska VG.

Sambært miðlinum koma ríkis- og stjórnarleiðarar úr øllum norðurlendsku og baltisku londunum til Kiev í dag í sambandi við, at fýra ár eru liðin, síðani Russland leyp Ukraina.

Norski forsætisráðharrin staðfestir, at londini hava sterkt samband, og eru tjóðirnar, sum hava tættasta sambandið við Ukraina.

 


Ursula von der Leyen í Kyiv. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

ES-forkvinnan eisini í Kyiv

Eisini forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, er komin til Kyiv. 

Tað skrivar hon á sosiala miðlinum X. 

- Hetta er 10. ferð, at eg vitji í Ukraina, síðani kríggið brast á, skrivar hon.

Vitjanin snýr seg um at staðfesta, at Evropa "stendur óvikandi" saman við Ukraina - bæði búskaparliga og hernaðarliga "gjøgnum hendan harða veturin".

- Vit slaka ikki, fyrr enn friður er aftur, sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493