Viðmerkjari: Kann enda við uppgerð um formanssessin í Javnaðarflokkinum

bannari
Viðmerkjari: Kann enda við uppgerð um formanssessin í Javnaðarflokkinum
Jóhann Lützen heldur, at sessurin hjá Akseli V. Johannesen kann vera í vanda
Álitið millum samgongufólk hevur grundleggjandi ikki verið til staðar, segði løgmaður millum annað í síni fráboðan til løgtingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2026 - 07:51

Avgerðin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, at skriva út nýval kann enda við eini uppgerð um formanssessin í Javnaðarflokkinum.

Tað metir Jóhan Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og politiskur viðmerkjari.

Javnaðarflokkurin hevur staðið seg illa í nógvum av seinastu veljarakanningunum, og endar flokkurin í andstøðu við vánaligum valúrsliti og lítlum tingfólka-tali, so kann formanssessurin hjá Aksel V. Johannesen vera í vanda:

 

26022026_Aksel_og_formansuppgerd

 

Beint eftir, at løgtingið seinnapartin í gjár við 3.viðgerð hevði atkvøtt um málið um Suðuroyartunnilin, og samtykt tað við stórum meiriluta, bað løgmaður um orðið, og boðaði frá, at hann hevði gjørt av at skriva út nýval:

- Álitið millum samgongufólk hevur grundleggjandi ikki verið til staðar, segði løgmaður millum annað í síni fráboðan til løgtingið.

Valið verður hósdagin 26. mars.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541