USA heitir á ríkisborgarar um at fara úr Miðeystri

USA heitir á ríkisborgarar um at fara úr Miðeystri
Danska uttanríkisráðið heitir eisini á sínar ríkisborgarar um at fara haðani
Amerikanska sendistovan í Saudiarabia hevur eisini latið aftur eftir eitt dronuálop.
Mynd: A News  
 
03.03.2026 - 08:55

Amerikanska uttanríkisráðið hevur biðið amerikonsk embætisfólk, sum ikki eru alneyðug, og teirra familjur, um at fara úr Bahrain, Jordan, Irak, Katar og Kuvait.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Avgerðin verður tikin av trygdarávum, sigur amerikanska uttanríkisráðið.

Ófriðurin í Miðeystri hevur nú eisini við sær, at sendistovan í Kuvait letur aftur fyribils. 

Á sosiala miðlinum X skrivar amerikanska sendistovan í Kuvait, at hon letur aftur í óásetta tíð, tí støðan í økinum er so spent. 

Amerikanska uttanríkisráðið hevur eisini heitt á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr hesum londunum.

Tey eru frammanundan eisini biðin um at fara úr Egyptalandi, Iran, Ísrael, Kuvait, Libanon, Oman, Katar, Saudiarabia, Sýria, Emiratunum og Jemen.

 

Eisini danskir ríkisborgarar

Danskir ríkisborgarar, sum eru í Miðeystri, eiga at brúka teir møguleikar, sum eru, at sleppa sær burtur haðani.

Tey eru ráðini frá danska Uttanríkismálaráðnum. 

Ráðið hevur í løtuni onga ætlan um at flyta fólk úr Miðeystri. Men tað kann gerast veruleiki.

Men tað mælir fyribils fólki til at brúka teir møguleikar, sum eru, at fara úr Miðeystri.

Uttanríkismálaráðið sigur seg tosa við hini Norðurlondini um felags átøk.

Í skjótt tvey ár hevur Uttanríkismálaráðið heitt á danskar ríkisborgarar um at fara úr Iran.

Ráðið biður allar danskar ríkisborgarar skráseta seg á sonevnda danskaralistanum. So fáa tey øll javnan boð um støðuna í landinum, tey eru í.

Í gjár vóru 8000 fólk á danskaralistanum í Miðeystri.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424