FMA 2026: "Live í Maggies '18" hjá Arnold Ludvig Quintet ársins serútgáva

FMA 2026: "Live í Maggies '18" hjá Arnold Ludvig Quintet ársins serútgáva
Ársins serútgáva er útgávan "Live í Maggies '18" hjá Arnold Ludvig Quintet, sum er ein konsert, ið bleiv upptikin á Maggies Cafe í Nólsoy í 2018
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 20:27

Anrold Ludvig Quintet eigur ársins serútgáva, ið er ein konsertútgáva frá Maggies í 2018. 

Útgávan "Live @ Maggies ’18" er ein skjalfesting av tónleiki, ið Arnold Ludvig hevur skrivað ymisk tíðarskeið og støð í lívinum.

Løgini eru skrivað í Reykjavík, Montreal, Keypmannahavn og Tórshavn millu 1993 og 2014. 

Tónleikurin er ein ferð gjøgnum keltiskan fólkatónleika, nútímans norðurlendskan jazz og til afrikanskan-amerikanska jazz, ið hevur fingið íblástur frá blues-tónleiki.

Onkur av kompositiónunum eru komnar sum eitt snarljós av himli, hevur Arnold Ludvig greitt frá, meðan aðrar hava verið ein longri granskingarferð. 

 

Tónleikarar:
Arnold Ludvig (bass)
Sigurður Flosason (altsaksofon)
Jóel Pálsson (tenor og soprano saksofon)
Kjartan Valdemarsson (klaver)
Einar Scheving (trummur)

 

Konsertin bleiv eisini filmað og kann síggjast á Youtube. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345