- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðharrin fyri innanríkistrygd í USA er koyrdur frá

Kristi Noem er koyrd úr starvinum sum innanríkistrygdarráðharri í USA.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social.
Í staðin tekur republikanski senatorurin Markwayne Mullin við starvinum tann 31. mars.
Kristi Noem hevur havt ábyrgdina av innflytingarmyndugleikunum U.S. Immigration and Customs Enforcement - eisini nevnt ICE - og fyri marknaeftirlitinum, sum hava staðið fyri stranga innflytarapolitikkinum hjá Trump.
Markwayne Mullin. (Mynd: Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix)
Elvt til mótmæli
Arbeiðið hjá ICE hevur seinastu mánaðirnar elvt til mótmæli í fleiri amerikanskum býum - serliga eftir tveir skottilburðir í Minneapolis, sum kostaði tvey mannalív.
Trump skrivar á sínum sosiala miðli, at Kristi Noem verður sett sum serligt sendifólk fyri eitt nýtt trygdartiltak, nevnt “The Shield of the Americas”.
Markwayne Mullin, sum skal loysa Kristi Noem av, hevur sitið í umboðsmannatinginum í tíggju ár og í senatinum í trý ár.
Trump ger vart við, at hann er limur í indiánska samfelagnum.
- Sum einasti indiánari í senatinum er Markwayne ein framúrskarandi talsmaður fyri okkara framúrskarandi ættarsamfeløgum, skrivar amerikanski forsetin.



























