Ávara um fremmandar royndir at ávirka val og almenna orðaskiftið

bannari
Ávara um fremmandar royndir at ávirka val og almenna orðaskiftið
Fjarskiftiseftirlitið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Gjaldstovan hava mett um støðuna og gjørt nøkur einføld, men effektiv ráð til veljarar og valevni
Valið í Danmark og eisini valið í Føroyum verða hildin í eini tíð, har stórveldini eru í øktari kapping. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.03.2026 - 09:23

Fjarskiftiseftirlitið ávarar um, at fremmandar royndir at ávirka og leggja upp í val og almenna orðaskiftið, eru vorðnar alsamt vanligari. Fleiri dømi eru um hetta í evropeiskum londum, har val hava verið seinastu árini. 

Fjarskiftiseftirlitið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Gjaldstovan hava mett um støðuna og gjørt nøkur einføld, men effektiv ráð til veljarar og valevni at taka til sín, m.a. at vera árvakin og brúka vit og skil, og ikki trúgva øllum, tú sært á netinum. Kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama. Sterkar kenslur, vreiði ella ótti, eru ofta tekin um, at tú eigur at kanna tilfarið betur.

 

Vandametingar hjá fregnartænastum

Ávaringin hjá Fjarskiftiseftirlitinum tekur útgangsstøði í vandametingum hjá fregnartænastunum hjá politinum og verjuni í Danmark, sum í sambandi við fólkatingsvalið hava mett um vandan fyri fremmandari ávirkan. Tey lótu sína vandameting úr hondum 27. februar.

Valið í Danmark og eisini valið í Føroyum verða hildin í eini tíð, har stórveldini eru í øktari kapping. Russland er í skuggakríggi móti vesturheiminum, meðan USA ikki dylur fyri, at landið vil ávirka politiska støðuna í Evropa. Kina brúkar sína fíggjarligu og vaksandi hernaðarligu støðu at leggja onnur lond og hugsanina hjá øðrum fólkasløgum undir trýst og ávirkan.  

 

Ávirkaðu valið í Grønlandi

Felagsskapurin Nordic Safe Cities gav 2. mars í ár út eina frágreiðing um ávirkan á grønlendska valið í 2025. Í frágreiðingini verður greitt frá, at talgilda orðaskiftið og endaspurturin á valinum í stóran mun var borin av heiminum uttan fyri Grønland.

Donald Trump og hansara stuðlar royndu, og tað eydnaðist teimum eisini, í stóran mun at ávirka, hvat var til umrøðu seinastu dagarnar í grønlendska valstríðnum í mars 2025. 

Tey settu evnini á dagsskránna og við tí var minni rúm fyri innlendis politiskum kjaki, og tey skaptu stóra polarisering í Grønlandi.  

Avleiðingin var, at altjóða fráboðanir og hendingar trokaðu almenna grønlendska orðaskiftið av pallinum - eitt nú evni sum vælferð, kostnaðarstig og lívið í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522