Fólkaflokkurin nógv størstur uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkaflokkurin nógv størstur uttan fyri høvuðsstaðin
Veljarar hjá Framsókn, Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum tykjast vera ónøgdir við flokkar sínar
Veljarakanningin vísir, at nógvir veljarar skifta flokk á løgtingsvalinum hesa ferð, samanborið við valið í 2022. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.03.2026 - 15:16

Fólkaflokkurin er nógv størstur uttan fyri høvuðsstaðin, men í Tórshavnar kommunu atkvøður fjórði hvør veljari fyri Tjóðveldi.

Veljarar hjá Framsókn, Miðflokkinum ella Javnaðarflokkinum tykjast vera ónøgdir við flokkar sínar.

Tað vísa flytingarnar í veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið og Portalin í gjár, 12. mars.

Bara 42 prosent av veljaranum hjá Framsókn eru vís í at velja flokkin aftur. Taka vit Miðflokkin og Javnaðarflokkin, so siga bara 44 prosent, at tey við vissu velja hesar flokkar aftur á valinum tann 26. mars, vísir kanningin.

Men bæði Framsókn og Javnaðarflokkurin kunnu ugga seg við, at ávíkavist 22 og 17 prosent av teimum, sum valdu hesar flokkar seinast, vita ikki, hvønn tey fara at velja hesa ferð.

 

Miðflokkaveljarar til Fólkaflokkin

Heili 41 prosent av teimum, sum valdu Miðflokkin seinast, ætla at velja Fólkaflokkin. 14 prosent av sambandsveljarunum fara til Fólkaflokkin.

Kanningin vísir, at 10 prosent av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin seinast, velja Fólkaflokkin hesa ferð og 13 prosent seta kross við Sambandsflokin.

Framsóknarveljarar fara serliga til Tjóðveldi og Fólkaflokkin, 11 og níggju prosent.

Heili 72 prosent av teimum, sum valdu Fólkaflokkin seinast, velja flokkin aftur. Men 10 prosent fara til Javnaðarflokkin.  

Tveir triðingar av teimum, sum valdu Sambandsflokkin og Tjóðveldi, velja somu flokkar aftur.

 

37 prosent uttan fyri Havnina

Hyggja vit at floksbýtinum kring landið, fær Fólkaflokkurin 37 prosent av øllum atkvøðunum uttan fyri høvuðsstaðin. Tað eru 12 prosent meira enn við seinasta val. 

Uttan fyri høvuðsstaðin ætla 21 prosent av veljarunum at seta kross við Sambandsflokkin. Og 17 prosent av veljarunum kring landið fara atkvøða fyri Javnaðarflokkinum og 13 fyri Tjóðveldi. 

Í høvuðsstaðnum sigur fjórði hvør veljari, at hann fer at atkvøða fyri Tjóðveldi. 22 prosent atkvøða fyri Javnaðarflokkinum. 18 prosent atkvøða fyri Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Og 13 prosent fyri Framsókn, sum er ein høvuðsstaðarflokkur burturav, tí bara tvey prosent av veljarunum uttan fyri Havnina seta krossin við Framsókn.

 

Javnaðarflokkurin gongur aftur í høvuðsstaðnum

Eisini í høvuðsstaðnum gongur Javnaðarflokkurin nógv aftur, minus 9 prosent, samstundis Fólkaflokkurin fær vaksandi undirtøku, pluss 7 prosent.

Nærum triði hvør maður og fjórða hvør kvinna í Føroyum ætla at seta krossin við Fólkaflokkin. 21 prosent av kvinnunum ætla at velja hinar stóru flokkarnar. Menninir býta seg soleiðis, at 19 prosent seta krossin við B, 17 við C og 15 við E.

Um vit at enda hyggja at aldursbýtinum, so atkvøða 31 prosent av teimum, sum eru í bólkinum 18-44 ár fyri Fólkaflokkinum, 20 prosent fyri Tjóðveldi, 18 prosent fyri Sambandsflokkinum og bara 15 fyri Javnaðarflokkinum.

Í bólkinum 45-80 ár atkvøða 21 prosent fyri Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, 16 atkvøða fyri Tjóðveldi,  

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842