- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlaði at lokka upplýsingar frá fólki við sms-boðum frá Netflix
Ætlaði at lokka upplýsingar frá fólki við sms-boðum frá Netflix
Boðini vóru á føroyskum, og tey vóru, at kontan hjá móttakaranum bleiv stongd um 24 tímar

Slík boð er phising, sigur politiið.
16.03.2026 - 08:15
Nú er komið enn eitt slag av sms-boðum, sum royna at lokka upplýsingar frá fólki.
Politiið fekk í gjár tvær fráboðanir frá fólki, sum fekk sms-boð frá Netflix.
Boðini vóru á føroyskum.
Tey vóru, at kontan hjá móttakaranum bleiv stongd um 24 tímar.
Fólk vóru tí biðin um at dagføra sínar gjaldsupplýsingar.
Tað skulu tey ikki gera, sigur politiið, tí hetta er phishing.
Annar teirra, sum ringdi til politiið, gjørdi tað, tí viðkomandi hevur ikki Netflix.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























