Sleppa undan netinum við at broyta orð

Sleppa undan netinum við at broyta orð
Sambært uppskoti kunnu ferðandi, sum koma til Føroya, hava heilivág við sær til egna nýtslu
Ferðafólk kunnu hava heilivág við sær til egna nýtslu.
 
27.04.2026 - 07:05

Lógaruppskot, sum duttu burtur, tá løgtingsval var fráboðað, koma nú aftur í løgtingið.

Eitt teirra er um heilivág hjá teimum, sum koma til Føroya.

Sambært uppskotinum kunnu ferðandi, sum koma til Føroya, hava heilivág við sær til egna nýtslu.

Tá málið var í tinginum fyri valið, var trivnaðarnevndin samd um at mæla løgtinginum til at samtykkja tað. Men so kom valið.

Í galdandi lóg er orðið persónur.

Persónur verður ferðandi

Tað skal broyast til ferðandi.

Orsøkin er, at Kærustovnurin hevur avgjørt, at heimild er at flyta inn heilivág, sum er bílagdur á netinum, til egna nýtslu.

Tað er, at heimildin ikki er avmarkað til ferðandi, sum koma til landið. 

Tað eigur hon at vera, sigur landsstýrið.

Føroyska skipanin og eftirlitið eru innrættað soleiðis, at heilivágur til egna nýtslu ikki kann bíleggjast á netinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541