Færri ólógligir innflytarar í ES og Schengen-økinum

Færri ólógligir innflytarar í ES og Schengen-økinum
Í fjør vórðu 28 prosent av umsøkjarum útvístir, sum ikki fingu friðskjól, og tað er tað mesta í tíggju ár
Síðani EES-skipanin var sett í verk í Schengen-økinum eru nógv fleiri fólk steðgað á markinum enn fyrr.
 
26.05.2026 - 15:37

Talið av tilflytarum, sum koma ólógliga um landamørkini til ES og Schengen-økið, er minkað 26 prosent frá 2024 til 2025, vísir nýggj frágreiðing.

Nýggjasta Schengen-frágreiðingin hjá ES vísir eisini, at fleiri fólk uttan lógligan bústað verða send aftur hagar, tey komu.

Í fjør vórðu 28 prosent av umsøkjarum útvístir, sum ikki fingu friðskjól, og tað er tað mesta í tíggju ár.

 

32.000 fólk steðgað við markið

Nýggj skipan fyri at sleppa inn í Schengen-londini, Entry/Exit skipanin, stytt EES, sum varð sett í gildi í fjør heyst, hevur eisini havt við sær, at nógv fleiri fólk eru steðgað við markið enn áður.

Síðani EES varð sett í verk í oktober eru 32.000 fólk steðgað við markið.

Schengen-samstarvið fevnir um øll ES-londini, umframt EFTA-londini Norra, Ísland, Sveis og Liktinstein.

Føroyar er eisini partur av samstarvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457