Tvey høgg frá Haaland sendu Norra víðari og Brasil út

Tvey høgg frá Haaland sendu Norra víðari og Brasil út
Tvey mál frá Erlingi Haaland seint í dystinum og ein brotssparksbjarging frá Ørjan Nyland fyri steðgin gjørdu av við Brasil og sendu Norra í HM-fjórðingsfinaluna
Risin: Erling Haaland er hægstur í New Jersey og skallar Norra framum ímóti Brasil
Mynd: Mauro Pimentel/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2026 - 07:28

Tvey mál frá Erlingi Haaland sendu Brasil út og Norra víðari í fjórðingsfinaluna í heimsmeistarakappingini, har England nú bíðar noðrmonnum.

Superframherjin var giftigur sum ein kopraslanga, tá hann høgdi tvær ferðir seint í dystinum, og gav norðmonnum málini, ið avrikið sum heild hevði uppiborið.

Tá 11 minuttir vóru eftir lumpaði hann Gabriel Magalhães í málteiginum, tá innskifti Andreas Schjelderup legði bóltin innfyri úr vinstru. Renningin fram um miðverjan var framúr, og skallarin var bæði harðligur og hegnisligur í senn.

Í síðsta minutti fekk Haaland aftur bóltin frá Schjelderup. Av brotsteigarmarkinum nakað vinstrumegin sendi hann eitt hart og lágt skot ímillum beinini á einum verjuspælara og inn í handara síðunet, har Alisson ikki rakk.

At Neymar fekk minkað um munin við brotssparki langt inni í yvirtíðini og soleiðis helst takkaði fyri seg í HM-høpi gjørdi minni. Seinasta bríkslið og gleðisbrølið hoyrdist úr New Jersey á amerikansku eysturstrondini yvirum hav til Oslo. 

 


Norðmenn fóru út á gøturnar í Oslo at hátíðarhalda flotta sigurin á Brasil. Næst á skránni er England. (Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)

 

Nyland eisini avgerandi

Áðrenn norska veitslan kundi byrja, var norski málverjin Ørjan Nyland avgerandi. Serliga stóran týdning hevði hann, tá eitt korter var spælt. Matheus Cunha vann brotsspark, men Nyland helt høvdið kalt, og bjargaði brotssparkinum frá Bruno Guimarães til vinstru.

Málverjin legði fleiri bjargingar afturat sínum avriki, og kundi fegnast saman við liðfeløgunum um, at Norra framvegis ikki hevur tapt fyri Brasil. HM-hagtølini eru søtur lesnaður fyri norðmenn. Teir vunnu í 1998 , og teir vunnu aftur hesa ferð.

Upp aftur meir fegnaðust Nyland, Haaland og allir norðmenn kortini um, at heimsmeistarakappingini heldur fram. Nú bíðar fyrsti kærleikin, England, í fjórðingsfinaluni. 

 


Ørjan Nyland kastar seg til vinstru og bjargar brostsparkinum frá Newcastle-miðvallaranum Bruno Guimarães, tá støðan framvegis var 0-0. (Mynd: Omar Aziz/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hildu skansan á Azteka

Eingilsmenn vóru aftur á gitna Azteka-leikvøllinum í Meksiko býi, har teir máttu lúta fyri Diego Maradona og Guds hond í HM-fjórðingsfinaluni fyri 40 árum síðan.

Meksiko hevur ongan Maradona - langt frá - men vertstjóðin hevði viðhaldsfólkini og iltfátæku luftina í høvuðsstaðnum, sum liggur góðar 2000 metrar omanfyri havið. 

Ímóti Kongo var Harry Kane stóra enska hetjan. Ímóti Meksiko átti Jude Bellingham høvuðsleiklutin. Upp á ein minutti skoraði hann tvey mál; fyrst skallaði hann innlegg frá Bukayo Saka í netið, og beint eftir setti hann fótin á flatt innlegg frá Kane.

Julián Quiñones minkaði tó um munin stutt fyri steðgin, og tá Jarell Quansah varð útvístur tíðliga í seinna hálvleiki, vaknaði Azteka. 

 


Hey Jude: Harry Kane mátti taka til takkar við fylgispælinum, tí ímóti Meksiko var Jude Bellingham solistur við tveimum málum og stórum arbeiðsavriki. (Mynd: Daniel Becerril/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Enskur arbeiðssigur

Var enska uppgávan í tunnu luftini stór frammanundan, vaks hon við einum manni minni. Tað eydnaðist kortini Anthony Gordon at vinna eitt brotsspark, sum Kane høgdi inn til vinstru.

Raúl Jiménez skeyt sama veg úr ellivu metrum, tá eftir at brotsspark var dømt ímóti Kane, og so hevði England knívin á barkanum síðstu 20 minuttirnar.

Ensku miðvallararnir runnu sólina svarta og steðgaði einum ótali av innleggum saman við vongbakkunum, og miðverjarnir hildu skansan, tá bóltarnir vóru skotnir inn úr øllum ættum. 

Talan var um megnaravrik - eitt slíkt, sum enska fótbóltssálin elskar - og spælararnir fullu til kníggja, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, meðan vertirnir, sum høvdu roynt alt, máttu takka fyri seg frammanfyri storu heimafjøldini.

 


Meksiko takkar fyri seg eftir tap fyri Englandi á gitna Azteka-leikvøllinum í høvuðsstaðnum. (Mynd: Eloisa Sanchez/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098