Uppliva H.C.Andersen, Søren Kierkegaard og burðardyggar bygningar í Keypmannahavn

Uppliva H.C.Andersen, Søren Kierkegaard og burðardyggar bygningar í Keypmannahavn
Jóhannes Miðskarð gongur við ferðafólkum í Keypmannahavn, har hann greiðir teimum frá, um H.C.Andersen, Søren Kierkegaard og burðardyggar bygningar.
 
09.07.2026 - 11:00

H C Andersen og Søren Kierkegaard eru millum kanska fimm teir kendastu donsku persónarnir nakrantíð. Hvørjir vóru teir og hvussu var teirra lív Keypmannahavn í 1800-1870?

Hetta er nakað av tí, sum Jóhannes greiðir frá, á kunningarferð runt í Keypmannahavn. Steðgað verður á seks ymiskum plássum, sum antin hava samband við H.C.Andersen ella Kierkegaard. Tað kunnu verða standmyndir, ella har onkur sitat hjá Kierkegaard eru feld niður í vegin.

- Tað eru mest ferðafólk úr øðrum londum sum bíleggja hesar túrar, men eisini hevur hann verið onkran túr við føroyingum, sigur Jóhannes.

Eisini gongur hann við ferðafólkum í økinum Ørestad Syd, har hann greiðir frá um burdardyggar bygningar.

- Eg búgvi sjálvur í Ørestad Syd, sum er eitt øki, sum fyri tretivu árum síðani, bara vóru markir, og nú tretivu ár seinni, búgva trettan túsund fólk her. Og tá man fór at býggja her, varð avgjørt, at man skuldi byggja eftir nýggjum prinsippum og byggireglum, og tí eru fleiri áhugaverdir bygningar her, sum eru so burðardyggir sum gjørligt, greiðir Jóhannes frá.

Hann býur sjálvur í einum búfelagsskapi, har tey hava skipað seg so burðardygg sum gjørligt. Har eru 81 íbúðir, men tey hava bara nakrar fáa bilar, sum tey deilast um. Og tey deilast eisini um klaver, amboð o.s.fr.

Lurta eftir samrøðuni við Jóhannes Miðskarð, har hann greðir frá um H.C.Andersen, Søren Kierkegaard og burðardyggar bygningar.

a_1659-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302