Sera lítil gróður á landgrunninum

Sera lítil gróður á landgrunninum
Vøksturin av plantuæti er tann minsti, síðani Havstovan fór at gera kanningar í 1990
hóast gróðurin spakuliga byrjaði í apríl inni á landgrunninum, so kom hann ongantíð rættiliga í gongd.
Mynd: Havstovan  
 
14.07.2026 - 15:35

Sera lítil gróður er á landgrunninum í ár, og nøgdirnar av plantuæti eru higartil ongantíð vaksnar nevnivert. 

Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Eftir nøkur ár við gróðuri yvir miðal, er samlaði vøksturin av plantuæti á landgrunninum í ár millum tað minsta, síðani Havstovan fór at gera kanningarnar í 1990.

Vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur fram til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til árs, nær hann byrjar, og gróðurin kann eisini broytast nógv innan fyri stutt tíðarbil.

Týðiligt samband er millum gróður av plantuæti og tilgongd og vøkstur av fiski á landgrunninum. 

 

Eisini avgerandi fyri pisurnar

Harafturat er gróðurin eisini avgerandi fyri, um pisurnar undan fleiri av okkara sjófuglastovnum hóra undan.

Mátingar við fylgisveini vísa, at í apríl tók gróðurin seg spakuliga upp inni á landgrunninum, eins og vanligt hevur verið onnur ár. Á havleiðunum uttan fyri landgrunnin kom gróðurin sum vanligt í mai.

Men hóast gróðurin spakuliga byrjaði í apríl inni á landgrunninum, so kom hann ongantíð rættiliga í gongd.

Bert smávegis nøgdir hava verið at síggja ymsastaðni av og á, sum helst eru riknar inn uttanífrá, men ongin serligur gróður hevur verið um allan landgrunnin, soleiðis sum tað helst skal vera um várið og summarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815