Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?

Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, vera í útvarpsstovuni
Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti hjá andstøðuni. Er hetta ein sjúk mentan, verður spurt í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2026 - 08:54

Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti frá andstøðuni.

Og hetta er ein sjúk mentan, heldur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í løtuni er í samgongu.

Í síðstu viku var hann sum partur av samgonguni við til at fella eittt uppskot hjá andstøðuni. 

Sjálvur helt Erhard Joensen tað vera eitt gott uppskot, men samgongan hevði gjørt av at fella tað. 

Hevur løgtingið eina sjúka mentan? Hevur tað altíð verið so? Og hvat kann gerast við tað?

Tað spyrja vit í sendingini í dag. 

Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, vera í útvarpsstovuni. 

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775