- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt um føroyingar fáa nýggjasta demensheilivágin

Fyri fyrstu ferð síðani aldarskiftið er nýggjur heilivágur fyri Alzheimer-sjúkuna komin á marknaðin, sum í hvussu er í summum førum er staðfestur at kunna hjálpa, um hann verður latin tíðliga í sjúkugongdini.
Men tað er ov tíðliga hjá føroyskum Alzheimers-sjúklingum og teirra avvarðandi at gleða seg. Tí tilmælini frá danska heilivágsráðnum, Medicinrådet, verða næstan altíð fylgd í Føroyum.
Talan er um tvey sløg av nýggjum heilivági, lacanemab og donanemab. Og tað fyrra, lacanemab, hevur longu fingið krakk frá danska heilivágsráðnum.
Tað er ov tíðliga hjá føroyskum Alzheimers-sjúklingum og teirra avvarðandi at gleða seg um nýggasta demensheilivágin. (Savnsmynd)
Orsøkin er, at gagnligi virknaðurin hjá sjúklinginum er sera avmarkaður samanborið við kostnaðin, hósast danska heilivágsráðið viðurkennir, at lacanemab kann seinka sjúkugongdini, so at sjúklingurin kann varðveita størri lívsgóðsku eitt sindur longur.
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, hevur ikki stórvegis vónir um, at hin heilivágurin, donanemab, fær betri lagnu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Tórmóð Stórá:


























