Øll grannalondini fara at bjóða landstreym

Øll grannalondini fara at bjóða landstreym
Landstreymur fer at koma, men tað er bara ein spurningur um nær. Vandi er eisini fyri, at ferðamannaskip fara at velja Føroyar frá, um tey ikki kunnu fáa landstreym
22.11.2024 - 19:38

ES hevur sett krøv til allar havnir í samveldinum um at veita landstreym seinast í 2030. Men Føroyar eru ikki bundnar av hesum.

Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar Havn, sigur at nýggja skansabryggjan fer at fáa landstreym fyrr ella seinni, men at tað eisini er ein spurningur um pengar, tí íløgan lønar seg ikki.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, sigur at reiðaríið leggur seg eftir at vera grønt, men at hetta eisini er neyðugt, um felagið skal kunna virka á teimum leiðum felagið virkar í. Og hann sær ein vanda í, at ferðamannaskip kunnu velja Føroyar frá, tí vit ikki kunnu veita landstreym eins og grannalondini..

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815