- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður Sandoyartunnilin turrur
Nú verður Sandoyartunnilin turrur
Tunnilin, sum bara hevur verið í nýtslu í góðar 11 mánaðir, er ov vátur. Næstu vikurnar verða umleið 50 smærri lekar tettir
26.11.2024 - 19:24
Ov nógv vatn úr grótinum oman fyri Sandoyartunnilin er sjónligt. Tað dryppar niður á koyribreytina og rennur niður eftir tunnilssíðunum.
Hetta vatnið skal nú leiðast út í vegjaðaran og víðari til uppsamlingsbrunnarnar, haðani tað verður pumpað upp úr tunlinum.
-Tilsamans eru eini 50 smærri lekar, sum nú skulu tettast á henda hátt, sigur Hendrik Egholm, verkfrøðingur hjá LBF.
-Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at arbeiðið skal gerast, og nú verður tað so gjørt, sigur Uni Danielsen, stjóri í p/f Tunnil, sum metir arbeiðið fara at kosta millum hálva aðru og tvær milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
204755
Nýggjastu sendingar í SV
























