Ísland og ES: Fólkaatkvøða kanska longu í august

Ísland og ES: Fólkaatkvøða kanska longu í august
Politico skrivar, at altingið kemur við fráboðan um ES um nakrar fáar vikur
Kristrún Frostadóttir er íslendskur forsætisráðharri. Sambært miðlinum Politico verður fólkaatkvøða í Íslandi seinni í ár um at fara undir samráðingar við ES um íslendskan limaskap.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.02.2026 - 08:15

Kanska verður fólkaatkvøða í Íslandi um at taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í ES longu í august.

Tað skrivar miðilin Politico.

Politico sigur seg hava tvær dulnevndar keldur, sum vita væl um ætlanirnar hjá Íslandi um ES.

Politico skrivar, at altingið kemur við fráboðan um ES um nakrar fáar vikur. 

 

Atkvøðan framskundað

Íslendska stjórnin ætlaði at hava fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2027. Men hon skal vera framskundað, tí USA hækkar tollin og vil hava Grønland, skrivar Politico.

Íslandi søkti um limaskap í ES í 2009. Og í 2010 byrjaðu samráðingar við ES.

Men ríkisstjórnin, sum var 2013, steðgaði teimum.

Ísland og ES hava øll árini kjakast um fiskivinnupolitikk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303