Reyði Krossur: 200 fleiri umbønir uppá tvey ár

Reyði Krossur: 200 fleiri umbønir uppá tvey ár
Tá mánaðin er komin í helvt, so koma tey til okkum at biðja um hjálp, sigur Halbjørg Olsen, sjálvboðin hjá Reyða Krossi, nú alsamt fleiri venda sær til mat- og klædnahjálpina
17.12.2024 - 19:26

Alsamt fleiri fáa døgurðamat frá Reyða Krossi. Tá mánaðin er komin í helvt, so koma tey til okkum at biðja um hjálp. Tað fortelur Halbjørg Olsen, sum í fleiri ár hevur arbeitt sum sjálvboðin í mat- og klædnahjálpini hjá Reyða Krossi. 

Frá 2022 og fram til í ár, so síggja vit ein vøkstur uppá 200 umbønir. Tað sigur Katrin Dalsgaard Nolsøe, samskipari hjá Reyða Krossi, í sambandi við at fleiri og fleiri biðja um hjálp frá felagsskapinum. 

Hesin tørvurin sæst ikki bara hjá Reyða Krossi. Randi Waag er ein av teimum, sum í fleiri ár hevur hjálpt teimum, ið tørva tað. Hon og maðurin Magnus Joensen lata mathjálp til húski, sum ikki fáa endarnar at røkka.

Vit vita í roynd og veru ikki um tað eru fleiri føroyingar, sum liva í fátækaváða. Um vit skulu fáa ta vitanina, so er neyðugt at gera neyvari kanningar. Tað hevur Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni víst á. Til ber at hoyra meira um tað í Breddanum um fátækaváða. 

 

Sirið Stenberg, landstýrisskvinna í almannamálum, vitjaði í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493