Tørv á betri viðgerð

Tørv á betri viðgerð
Á altjóða sálarheilsudegi verður varpað ljós á nær, og í hvønn mun, heilivágur skal raðfestast sum viðgerð fyri sálarsjúku
10.10.2025 - 19:24

Nuka Eidesgaard fekk í høvuðsheitum bert bjóðað heilivág tá hon vendi sær til psykiatriina, og bíðaði í tvey ár fyri at fáa sálarfrøðiliga hjálp.

- Eg hevði brúk fyri at verða loftað betri, sigur hon í dag, á altjóða sálarheilsudegnum.

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, sigur, at eitt nýtt rák sæst seinastu árini, og at psykiatri er vorðin meira tvørvísindalig:

- Fyrr tosaðu sálarfrøðingar og psykiatriin ikki saman, men tað er øðrvísi nú - psykiatriin og sálarfrøði arbeiða væl saman.

Hesum greiða tær frá í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775