Misnýtsla við sproytu kemur óvart á í Føroyum

Misnýtsla við sproytu kemur óvart á í Føroyum
Misnýtsla við sproytu ger um seg í Føroyum, og vit eru ikki før ella fyrireikað uppá at handfara støðuna, ásanna fólk, ið koma í samband við hesar misnýtarar
24.10.2025 - 19:47

Avbjóðingin við fólki ið rúsa seg við sproytu hevur vundið uppá seg, og vit eru ikki fyrireikað at lofta teimum, ella avleiðingunum av tí.

Tað er samanumtikið tað, ið fólk á ymsum økjum, ið hava innlit í trupulleikan, hava víst á hesa farnu viku.

Gongdin í misnýtslu við sproytu, rakar nevniliga breitt:

- Vit hava upplivað at starvsfólk ið fæst við at burturbeina rusk, hevur stungið seg av nálum, ið hava verið brúktar til rúsevni. 

Tað sigur kommunustjórin í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze.

 

Býarmyndin er broytt

Hann greiðir frá, at býarmyndin í Havn er broytt, og er merkt av at fólk rúsa seg við sproytum:

- Tey hava ein øðrvísi atburð enn vit eru von við, við til dømis alkohol misnýtslu, og tað kann vera óbehagiligt fyri onnur í almenna rúminum.

Hesum tekur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, undir við.

Hann sigur, at starvsfólkini ikki eru før fyri at handfara nýggja atburðin hjá brúkarunum á Herberginum, tí tey eru vorðin meiri áræsin enn áður.

 

Misnýtslan fer fram har best ber til

Nógv av misnýtsluni fer fram á Herberginum, og hóast tað ikki hugar starvsfólkunum, vita tey ikki hvat tey kunnu gera við tað.

- Vit vita tey gera tað her, og hóast tað ikki er gott, so hava vit verið noydd at seta spannir upp, so at nálirnar í øllum førum verða burturbeindar á ein tryggan hátt, sigur Martin Kúrberg.

Jóan Petur Hentze vísur á, at tá tey hava stongt vesið í Steinatúni, tí nógv av misnýtsluni fer fram har, hava tey bara flutt seg aðrastaðni í almenna rúminum.

 

Er tørvur á fiksirúmi?

Magni Højgaard, leiðari í Rówt, vísur á, at í Danmark vórðu fiksi-rúm sett inn fyri 13 árum síðani, fyri at handfara júst hendan trupulleikan:

- Í einum fiksi-rúmi eru heilsustarvsfólk, ið eru til reiðar at hjálpa um okkurt skuldi gingið galið, og tað bjargar mannalívum.

Spurningurin er so, um vit í Føroyum eru til reiðar at kjakast um, eitt fiksi-rúm kundi loyst trupulleikan.

Tann spurningin fær Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Etiska ráðnum, sum gestur í Degi og viku.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194