Fult sjálvvirknar flaggstengur í Vága kommunu

Fult sjálvvirknar flaggstengur í Vága kommunu
Tað eru nýggjar tíðir í Vága kommunu, nú flaggið verður vundið á stong fult sjálvvirkið 
11.11.2025 - 19:40

Vága kommuna hevur fingið sær fult sjálvvirknar flaggstengur, har flaggið fer upp og niður eftir kalendara, og aðrar dagar, til dømis tá ið jarðarferðir eru, verður farið inn á telefonina og trýst á, so fer flaggið upp í hálva stong, og tá kistan er farin í jørðina, verður aftur trýst á telefonina, og flaggið fer upp í fulla stong.

- Vit gera hetta, tí vit halda tað er ein sparing í tí, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vága kommuna hevur keypt tríggjar fult sjálvvirknar flaggstengur úr Danmark. Ein er sett upp í Miðvági, ein í Sandavági og ein verður sett upp í Vatnsoyrum. Um tað skal flaggast aðrar dagar enn teir almennu flaggdagarnar, so verður tað gjørt frá telefonini.

Umframt eina flaggstong er ein kassi í jørðini, har flaggið verður goymt.

Vága kommuna hevur tvey fløgg, eitt stórt og eitt minni, sum kann verða nýtt, tá ið nógvur vindur er. 

 

75.000 krónur hvør

Tað er danska fyritøkan Uptimast, sum hevur gjørt flaggstengurnar.

Fyritøkan setti tær fyrstu upp í Danmark í mai í ár, og higartil eru umleið 20 settar upp. Uptimast sigur, at fløggini rukkast ikki, tá ið tey eru niðri í jørðini.

Flaggstengurnar kosta 75.000 krónur hvør, umframt at gravast skal út fyri holi, el skal leggjast til og vatn skal leiðast frá holinum.

Borgarstjórin hevur valt at raðfesta hesar flaggstengurnar, tí hann metir, tað er ein sparing í tí.

Borgarstjórin heldur ikki, at virðingin fer fyri Merkinum, at tað ikki verður lagt pent saman.

Ein føroysk fyritøka hevur tænastu við flagstongunum í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097