Við ommu og abba í Trier

Við ommu og abba í Trier
Sólvá Eystberg og Geir Wardum eru bæði kend í hondbóltshøpi. Saman við ommu- og abbasoninum eru tey eru millum áskoðararnar til HM í Trier
25.11.2025 - 12:32

Sólvá Eystberg og Geir Wardum, sum bæði eru kend í hondbóltshøpi, teljast millum tey, sum fylgja føroysku hondbóltskvinnunum í HM-endaspælinum, sum byrjar í morgin.

Saman við ommu- og abbasoninum og versoninum Brandi Halgirsson vera tey millum áskoðararnar í Trier, tá Føroyar fara á vøllin ímóti Montenegro í annaðkvøld.

 - Vit fara at fylgja hondbóltslandsliðnum, og vit hava eina dóttur, sum spælir við, sigur Geir Wardum, sum saman við familjuni er farin til Trier at fylgja Mariannu Geirsdóttir Eystberg og hinum føroyingunum í HM-endaspælinum.

 - Tað er øgiliga spennandi, viðhvørt eitt sindur nervapirrandi, men mann er bara spentur, øgiliga spentur, sigur Sólvá Eystberg, sum sjálv spældi hondbólt í nógv ár.

 - Tú er meir nervøs, tá dóttirin spælir, staðfestir hon, men leggur afturat, at ferðin ikki steðgar í Trier.

 - Vit hava bílagt okkum hotel í Dortmund, so eg trúgvi, at tær spæla seg víðari, sigur Sólvá Eystberg. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542