Venjarin: Tað eru spaniólar sum hokna av nervum

Venjarin: Tað eru spaniólar sum hokna av nervum
Unga føroyska liðið stóð sum drangur í brimi, tá harðast leikaði á, meðan nógv royndaru spaniólarnir hoknaðu av nervunum til endans, helt føroyski venjarin Claus Mogensen
28.11.2025 - 22:32

Talan var um satt nervakrígg, tá dysturin millum Føroyar og Spania javnvigaði á 20-20 í næstan fimm minuttir móti endanum.

Í fyrsta umfari sá út til, at føroyingar blinkaðu fyrst, tá Spania var eitt skot á stongina av egnaði hálvu frá at koma upp á 24-21, men til endans vóru tað spaniólar, sum hoknaðu undir trýstinum í Trier.

 - Tað áhugaverda er jú, at tað er eitt rættuliga roynt lið, vit spæla ímóti, men tað eru tær, sum gerast nervøsar. Tað eru tær, sum skjóta uppum og líknandi. Tað er helst tí, at tær vita, at tær mugu ikki tapa ímóti Føroyum, segði venjarin.

 - Tá vóru vit nógv róligari og kaldari síðstu løtuna av dystinum, at tað gjørdist munurin, helt Claus Mogensen.

Hann var glaður fyri stóra stuðulin, sum føroyska liðið fekk av áskoðaraplássunum í Trier.

 - Tað var s****** feitt, at tey komu oman afturum málið at standa. Tá merktu við tey veruliga, og tey koyrdu á allan dystin. Tað var uttan iva við til at økja um trúnna, eisini í teimum torføraru løtununum av dystinum, segði Claus Mogensen.

Føroyar vóru aftanfyri á steðginum, men við hjálp frá stórspælandi Rakul Wardum í málinum og góðum støðugum álops- og verjuspælið allan seinna hálvleik eydnaðist at venda dystinum, og fáa fyrsta sigurin í einum endaspæli.

Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Paraguai.

 - Tað snýr seg um at vinna. Tapa vit fyri Paraguai risikera vit at rúka út, staðfesti venjarin, sum legði eina við, at eftir eitt stuttligt kvøld byrjar alt aftur av nýggjum í morgin árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961