Svøvnloysi: Hugdu at Vild med dans út á náttina

Svøvnloysi: Hugdu at Vild med dans út á náttina
Tað var torført hjá Janu Mittún at sovna eftir stóra HM-sigurin á Spania í gjár: - Eg og Elsa sótu og hugdu at Vild med dans-finaluni út á náttina, sigur kviki bakspælarin
29.11.2025 - 15:46

Hon skeyt tvey tey seinastu málini í søguliga 27-25 sigrinum á Spania, og tí var - væl skilligt - eitt sindur ringt at sovna hjá Janu Mittún í gjárkvøldið.

 - So eg og Elsa (Egholm, blaðm.) sótu og hugdu at Vild med dans-finaluni út á náttina, men eg havi sovið gott, tað havi eg, segði kviki bakspælarin til venjingina í dag, sum var útsett frá fyrraparti til tíðliga seinnapart.

Síðsta málið í dystinum kom eftir føroyskt timeout, har Jana Mittún rann seg leysa og fekk bóltin, sum hon setti í netið frá nokkso spiskum vinkli. 

 - Eg síggi nú á video, at eg renni nokkso langt út á veingin, veit ikki ordiliga hví, men eg náddi ikki at hugsa so nógv, tí vit høvdu fingið at vita, at vit skuldu renna okkum leysar og ikki spæla bóltin aftureftir, segði Jana Mittún.

Fyrireikingarnar til avgerandi dystin móti Paraguai eru byrjaðar og halda fram í allan dag.

 - Vit skulu taka alt tað góða spælið higartil við okkum. Vit hava ikki hugt so nógv at teimum enn, tí vit hava havt dystin í gjár, men tað fara vit at gera í dag, greiddi Jana Mittún frá.

 - Men eg haldi, at vit skulu hugsa um okkum sjálvar. Spæla okkara góða kontraspæl og kanska eitt sindur av sjey ímóti seks, segði Jana Mittún.

Føroyar hava spælt seg í góða støðu, og eitt ella tvey stig ímóti Paraguai er nóg mikið til at sleppa víðari. Eitt tap harafturímóti kann merkja, at Føroyar verða útslidnar.

Dysturin byrjar klokkan 14.30. Kringvarpið sendir frá klokkan 13.45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961