Beinta tekur sær av eymum kroppum í strævnari dystarskrá

Beinta tekur sær av eymum kroppum í strævnari dystarskrá
Fysioterapeuturin á føroyska kvinnulandsliðnum, Beinta Bendix Laursen, hevur sítt at síggja til í HM-endaspælinum. Stutt er millum dystirnar og tað gevur eymar vøddar og liðir
01.12.2025 - 17:48

Tríggir dystir upp á fimm dagar. Tað krevur nógv at vera við á hægsta stigi í altjóða hondbólti.

Kropsliga kravdu dystirnir móti Montenegro og Spania nógv av spælarunum, sum eru nógv inni á gólvinum.

- Tær fáa nøkur knubb og summar av teimum søgdu, at tær føldu sum um at tær vóru blivnar yvirkoyrdar.

Føroysku hondbóltskvinnurnar eru væl fyri, men tað merkist at tær hava verið ígjøgnum eina harða viku, sigur Beinta Bendix Laursen til seinnapartsvenjingina í Dortmund ídag.

Nógv er á skrá hvønn dag, men fysioterapeuturin er altíð til reiðar at viðgera eymar vøddar og liðir hjá teimum, sum hava tørv á tí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961