Kanningar: Johnson fær eitt gott val

Kanningar: Johnson fær eitt gott val
Alt bendir á, at konservativi flokkurin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, fer at vinna parlamentsvalið í Bretlandi 12. desember
Konservativi flokkurin hjá Boris Johnson verður millum 15 og 17 prosent framman fyri størsta andstøðuflokkin, Labour, vísa tvær kanningar
 
01.11.2019 - 08:39

Tvær kanningar vísa, at konservativi flokkurin verður millum 15 og 17 prosent framman fyri størsta andstøðuflokkin, Labour.

Onnur kanningin vísir, at konservativi flokkurin fær 41 prosent av atkvøðunum. Labour fær 24 prosent, Liberalu demokratarnir 20, Brexit-flokkurin sjey, og Grøni flokkurin fær trý prosent.

Brexit helst høvuðsvalevni í valstríðnum

Hin kanningin vísir, at Konservativi flokkurin fær 36 prosent, Labour 21, Liberalu demokratarnir 18, Brexit-flokkurin 13, og Grøni flokkurin fær í hesi kanningini seks prosent. 

Brexit-málið verður væntandi høvuðsevni í valstríðnum. Konservativi flokkurin og Brexit-flokkurin vilja sleppa úr ES, men Labour og Liberalu demokratarnir vilja hava eina fólkaatkvøðu um avtaluna, sum stjórnin hjá Boris Johnson hevur gjørt við ES um Brexit.

Ætlanin var, at Bretland skuldi fara úr ES í gjár, men Brxit-avtalan er longd til 31. januar. Tó kann Bretland fara úr ES fyrr enn so, um nýggja parlamentið góðkennir avtaluna, og tað er tað, Boris Johnson ætlar, siga polititiskir eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444