Aðalstjóri leyp av

Aðalstjóri leyp av
Tá samgongan varð skipað, varð gjørt av at hava sjey landsstýrisfólk, umframt løgmann, ella átta tilsamans
Aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, leyp av, tí einki aðalráð var til hansara, tá samgongan varð skipað
 
01.11.2019 - 18:27

Tað hevði við sær, at Samferðslumálaráðið, sum var áttinda ráðið undir fráfarnu samgonguni, fór í søguna.

Tað hevði eisini við sær, at aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, leyp av, tí einki aðalráð var til hansara.

Løgmansskrivstovan upplýsir, at starvið hjá Rúna Joensen er niðurlagt sambært tænatsumannalógini.

Løn í trý ár

Tað hevur ikki verið møguligt at bjóða Rúna Joensen eitt líknandi starv, sum hann hevur skyldu at taka av. Tí fær hann løn í trý ár, eru boðini frá Løgmansskrivstovuni.

Rúni Joensen var eisini aðalstjóri, tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður, men tá Kári P. Højgaard varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður, varð ráðið samstundis niðurlagt.

Tá fór Rúni Joensen í starv á Løgmansskrivstovuni, til hann aftur gjørdist aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum fyri fýra árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775