Peningurin í seinna stuðulsumfarinum býttur

Peningurin í seinna stuðulsumfarinum býttur
14 filmsverkætlanir fáa tilsamans 833.600 krónur í filmsstuðli. Sí her, hvør fær hvat í stuðli
Stuðulin í seinna stuðulsumfarinum í ár til filmsverkætlanir er nú býttur. Sí her, hvør fær hvussu nógv
 
12.11.2019 - 18:24

Verkætlanin “111 góðir dagar” hjá Trygva Danielsen fekk størstu stuðulsupphæddina uppá 132.000 krónur í hesum umfarinum. Talan er um ein spælifilm í fýra pørtum. Í stuttum viðger verkætlanin sosiala- og tilverueinsemið í modernaðu tilveruni.

Tríggjar aðrar filmsverkætlanir fingu eisini 100.000 krónur ella meira. Stuðulin í hesum seinna stuðulsumfarinum í ár verður latin verkætlanum, sum fevna víða.

Talan er um alt frá hugskotsmenning til framleiðslu og um bæði spæli-, stutt- og heimildarfilmar. Hetta er tað seinna stuðulsumfarið í ár. Í apríl vórðu latnar 1,87 milliónir krónur í stuðli til 20 verkætlanir.

Hesi fáa stuðul

▪ Trygvi Danielsen - 132.000 kr.
▪ Julia í Kálvalíð - 103.600 kr.
▪ Johan Rimestad - 103.000 kr.
▪ Rói Davidsen - 100.000 kr.
▪ Torfinnur Jákupsson - 88.000 kr.
▪ Heri í Ravnagjógv - 60.000 kr.
▪ Búi Egason Dam - 42.000 kr.
▪ Katrin Joensen-Næs - 33.000 kr.
▪ Theresa Jákupsdóttir - 32.000 kr.
▪ Sakaris Stórá - 32.000 kr.
▪ Franklin Henriksen - 31.000 kr.
▪ Franklin Henriksen - 26.000 kr.
▪ Jóhan Martin Christiansen - 26.000 kr.
▪ Zacharis Hammer - 25.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329