Arbeiðið dregur út

Arbeiðið dregur út
Tað dregur út at gera uppskot um stjórnarskipan fyri Grønland, og nú er hon útsett eina ferð aftrat
 
20.11.2019 - 15:39

Í vár varð roknað við, at eitt uppskot um stjórnarskipan kundi leggjast fram 21. juni í 2021, sum er grønlendskur tjóðardagur.

Nú hevur landsstýrið samtykt, at stjórnarskipanarnevndin fær eitt hálvt ár aftrat at arbeiða í, og evstamark er sett til 1. januar í 2022.

Fáa samsýning kortini

Fyri níggju mánaðum síðani varð avgjørt, at landstingslimirnir í stjórnarskipanarnevndini skuldu ikki fáa samsýning, tí teir frammanundan fáa løn sum landstingslimir.

Men nú hevur landsstýrið gjørt av, at landstingslimirnir kortini skulu fáa samsýning fyri arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini frá 1. januar.

Hvussu stór samsýningin verður, er loyniligt, tí málið er sent fíggjarnevndini í landstinginum, sum ikki er farið at viðgera tað enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053