Nýggja ES-nevndin góðkend

Nýggja ES-nevndin góðkend
ES-tingið hevur umsíðir góðkent nýggju ES-nevndina, ið skuldi taka við fyri fýra vikum síðani
 
28.11.2019 - 10:24

Ætlanin var, at nýggja nevndin, sum er mannað við fólki úr øllum ES-limalondunum uttan Bretlandi, skuldi taka við 1. november.

Men ES-tingið vildi ikki góðkenna valevnini, sum Frakland, Ungarn og Rumenia upprunaliga skutu upp, og tí noyddust øll trý londini at skjóta onnur valevni upp.

Tilgongdin seinkað ein mánað

Tað hevði við sær, at tilgongdin, at manna ES-nevndina, varð seinkað ein mánað. Tað hevur ørkymlað ES-skipanina, tí bara nevndin kann leggja uppskot fram.

Nýggja forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at grøna orkuskiftið stendur ovast á breddanum hjá nýggju ES-nevndini. Hon hevur boðað frá einari veðurlagsætlan, ið skal kunngerast í seinasta lagi um 100 dagar.

Talgilda menningin stendur eisini ovarlaga á skránni. Margrethe Vestager, sum verður nýggj næstforkvinna í ES-nevndini, skal eisini standa á odda fyri at menna talgildingina í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334