Víða um við línuni

Víða um við línuni
Línuskipini eru víða um og fiska, undir Føroyum, undir Íslandi og á Íslandsrygginum
Línufiskiskapur.
 
30.11.2019 - 14:49

Línuskipini eru víða um og fiska, undir Føroyum, undir Íslandi og á Íslandsrygginum.

Tey fiska tosk, hýsu, svartkalva, brosmu, longu og blálongu, skrivar Fiskamarknaðurin. 

Fýra línuskip avreiða mánadagin. Eitt kemur undan Íslandi, eitt av rygginum og tvey koma av landgrunninum. 

Hóast streymurin verður góður, er ikki nógvur útróður, tí veðrið verður ikki av tí besta í næstu viku.

Trolarar og garnaskip

Tveir djúpvatnstrolarar eru úti, annar fiskar kongafisk, og hin fiskar stinglaks og blálongu. 

Vantandi avreiðir annar síðst í næstu vikuni og hin fyrst í aðru viku.

Partrolararnir fiska upsa. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, skrivar Fiskamarknaðurin.

Sjey trolbátar fiska fyrst og fremst havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir avreiða helst fyrst og miðskeiðis í vikuni, sum kemur.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Tey avreiða síðst í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025