Fartelefonin krevur skanningar av andlitinum

Fartelefonin krevur skanningar av andlitinum
Í dag koma nýggjar reglur í gildi í Kina, har kravið er, at øll, sum fáa sær fartelefon og nýtt nummar í einum handli, skulu skanna andlitið
Nú skal andlitsskanning til fyri at keypa eina nýggja telefon í Kina ella fáa nýtt nummar
 
01.12.2019 - 14:59

Orsøkin til nýggja lógarkravið er, at myndugleikarnir vilja vita, at rætta fólkið eigur telefonina. Og telefeløgini skulu syrgja fyri, at tað verður gjørt, og at myndin verður goymd, skrivar franska tíðindastovan, AFP og Ritzau.

Ein talsmaður fyri telefelagið, China Unicoms, sigur við AFP, at reglurnar merkja, at øll, sum keypa eina telefon og fáa sær nýtt nummar, skulu taka mynd av sær sjálvum við at hyggja inn í telefonina og blunka.

Næsta stigið er at økja eftirlitið, stendur í boðunum, sum komu í september. Myndugleikarnir boðaðu frá broytingini í september, og skipanin kemur í gildi í dag.

Kinesiskar telefyritøkur vaksandi áhuga um okkara leiðir

Frammanundan eru reglur galdandi, sum knýta samleikan til fartelefonina. Og mynd av fólkinum verður brúkt í øllum viðurskiftum, alt frá at keypa til kunna fylgja við viðkomandi, skriva AFP og Ritzau, sum Danmarks Radio endurgevur.

Kinesiskar telefyritøkur hava vaksandi áhuga um okkara leiðir, serstakliga orsakað av, at føroysku telefyritøkurnar samstarva við eitt nú KT-risan Huawei um 5G-netið í Føroyum. Tað hevur fingið fleiri útlendskar politikarar og sendifólk at heita á føroyingar um, at venda Huawei bakið.

Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark, sigur í tíðargrein í Sosialinum fríggjadagin, at sannleikin er, at kinesiski tøkniútflutningurin er beinleiðis vandamikil fyri keyparan.

Landsstýrið fylgir neyvt við

Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undirstøðukervi til Huawei, ZTE og onnur kinesisk feløg, so góðtaka tey, at arbeiða undir kinesiskum kommunistatreytum, sigur amerikanska sendikvinnan Carla Sands í Sosialinum.

– Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla mannarættindakravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum avdúka korruptión og mutur í fólkalýðveldinum Kina, eru veruliga í vanda, og kunnu vænta sær revsing og verða hótt búskaparliga, sigur hon.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at landsstýrið fylgir neyvt við gongdini í málinum um Huawei, men at tey halda seg til tilmælini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, og enn hava tey ikki mett, at Huawei setir Føroyar í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138