Johnson: Atkvøða um brexit fyri jól

Johnson: Atkvøða um brexit fyri jól
Bretski forsætisráðharrin hitti viðhaldsfólk har norðuri í Onglandi í dag
 
14.12.2019 - 15:53

Bretska parlamentið sleppur at atkvøða um brexit-avtaluna, sum Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES, fyri jól.

Tað segði Boris Johnson á eini vitjan har norðuri í Onglandi í dag, skriva Ritzau og DPA.

Konservativi flokkurin stóð seg óvæntað væl í Norðuronglandi á parlamentsvalinum hósdagin, tí hetta er vanliga ein av háborgunum hjá Labour.

Boris Johnson hitti viðhaldsfólk í Sedgefield, har veljararnir vendu Labour bakið, og valdu konservativa flokkin í staðin.

Tony Blair, fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Labour, varð valdur í Sedgefield.

Boris Johnson sigur, at allir parlamentslimirnir hjá konservativa flokkinum fara at atkvøða fyri avtaluni um brexit.

- Tað er vist, at málið verður avgreitt fyri jól, sigur forsætisráðharrin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533