Fíggjarlógin samtykt við teprum meiriluta

Fíggjarlógin samtykt við teprum meiriluta
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið fíggjarlógina við aðru viðgerð. Triðja viðgerð verður væntandi í morgin
 
19.12.2019 - 07:26

Lógin varð samtykt við øllum teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir og Sjálvstýri í fíggjarnevndini mæltu til at gera.

17 atkvøður vóru fyri, seks ímóti, og níggju atkvøður vóru blankar. Øll broytingaruppskotini frá andstøðuflokkunum í fíggjarnevndini fullu.

Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat, og hon verður væntandi í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775