Avtalan samtykt: Bretland úr ES 31. januar

Avtalan samtykt: Bretland úr ES 31. januar
Bretska parlamentið hevur í dag samtykt Brexit avtaluna hjá Borisi Johnson forsætisráðharra
 
20.12.2019 - 16:08

At avtalan nú er komin í hús, er ein sigur fyri Boris Johnson, og hetta er fyrsta framstig í málinum, síðani fólkaatkvøðuna um Brexit fyri trimum árum síðani. 

Atkvøðugreiðslan í dag merkir, at Bretland 31. januar kann fara undir samráðingar við ES, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Fyrsta stigi at loysa frá ES og at fara undir samráðingar um handilsavtalur við ES. Tað hevur verið tungur burður at taka hetta fyrsta stigi at fara úr ES.

May tapti tríggjar atkvøðugreiðslur

Undangongukvinnan hjá Borisi Johnson, Theresa May, tapti tríggjar ferðir atkvøðugreiðslur um Brexit-avtaluna. 

Men eftir stórsigurin á bretska parlamentsvalinum í síðstu viku gekk tað í dag sum eftir ánni, at fáa Brexit-avtaluna samtykta skrivar bbc.com 

– Nú er stundin at koma saman og skriva nýggjan og spennandi kapittul í okkara tjóðarsøgu. At skapa nýggja felagsskap við okkara evropisku vinir, segði Johnson í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858