Varðhaldsfongslaður fyri at stinga við knívi

Varðhaldsfongslaður fyri at stinga við knívi
Ósemja millum tveir mans í Klaksvík endaði við, at annar dró knív og stakk hin
 
06.01.2020 - 08:39

Ein maður í tjúgunum varð í gjár varðhaldsfongslaður í 15 dagar, skuldsettur fyri at hava stungið ein annan mann við knívi.

Hetta hendi í Klaksvík leygarkvøldið. 

Politiið fekk leygarkvøldið boð um, at ein maður, sum eisini er í tjúgunum, var stungin í beinið. 

Tveir mans, sum kennast, vóru farnir at keglast, og ósemjan endaði við, at annar tók knív fram og stakk hin.

Maðurin, sum varð stungin, fór á skaðastovuna til viðgerðar, men er útskrivaður aftur.

Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti seinnapartin í gjár.

Politiið hevur avhoyrt nógv vitni. Sambært politinum bendir einki á, at rúsdrekka var uppi í leikinum.

Men blóðroyndir eru tiknar fyri at staðfesta tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862