Flogskiparin royndi at venda aftur

Flogskiparin royndi at venda aftur
Sjónarváttar siga, at eldur var í ukrainska flogfarinum, sum datt niður í Iran
 
09.01.2020 - 14:10

Flogfarið, ið datt niður í Iran í gjár, royndi at venda aftur til flogvøllin, áðrenn tað vanlukkan hendi.

Tað siga iranskir myndugleikar í dag.

Sjónarváttar siga, at eldur var í flogfarinum, áðrenn tað datt niður.

Flogferðslumyndugleikarnir í Iran siga, at stutt eftir at flogfarið var farið á flog, ætlaði flogskiparin at venda  aftur, tí hann staðfesti onkrar trupulleikar við flogfarinum.

Myndugleikarnir siga eisini, at flogfarið sendi einki neyðarkallið, áðrenn roynt varð a venda aftur til Khomeini-floghavnina í Tehran.

Flogfarið var av slagnum Boeing, og tað var á veg úr Teheran til Ukraina, tá vanlukkan hendi.

Øll 176 fólkini, sum vóru við flogfarinum, lótu lív.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891