Berghol næstan komið í helvt

Berghol næstan komið í helvt
Nú eru næstan 1.100 av tilsamans 2.500 metrum boraðir í nýggja Hvalbiartunlinum
Arbeiðið at gera nýggja bergholið til Hvalba er frammanfyri tíðarætlanina
 
18.01.2020 - 16:11

Nú eru næstan 1.100 av tilsamans 2.500 metrum boraðir í nýggja Hvalbiartunlinum.

– Tað eru nú boraðir tilsamans 1.080 metrar í tunlinum, sigur Dánjal Pauli í Búðini, byggileiðari hjá Articon, sum stendur fyri arbeiðnum at gera tunnilin.

Í byrjanini var tilfarið vánaligt, tá talan fyri tað nógva var um samanpressaðan leir, men nú er tilfarið gott at arbeiða við, sigur hann.

Frammanfyri tíðarætlanina

Boringin í Hvalbiartunlinum byrjaði seint í august, og í løtuni er arbeiðið nakað framman fyri tíðarætlanina. Tunnilin skal eftir ætlanini verða liðugur um tvey ár.

Tunnilin verður 2.524 metrar langur, tað eru 100 metrar longri enn Hovstunnilin er. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 900 metrar trongisvágsmegin.

Játtanin til nýggja Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688