Sleppa undan eftirlønargjaldi í Føroyum

Sleppa undan eftirlønargjaldi í Føroyum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Johan Dahl, landsstýrismanni, um eftirlønargjøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2020 - 14:34

Tey, sum sigla úti, sleppa nú undan at rinda eftirlønargjald í Føroyum.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Johan Dahl spurdi, hvussu langt arbeiðið at broyta eftirlønarlógina er komið, so føroyskir útisiglarar sleppa undan at gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir.

Støðan í løtuni er tann, at føroyskir útisiglarar í Noregi gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum og eina í Noregi, sigur Johan Dahl. 

Uppskot til hoyringar

Jørgen Niclasen sigur, at uppskot um lógarbroyting er sent til hoyringar, har mælt verður til, at inntøka, sum er forvunnin uttanlands fyri útlendskan arbeiðsgevara, sleppur undan at rinda eftirlønargjald.

Verður uppskotið samtykt í vár, fær broytingin virknað frá inntøkuárinum 2019.

Sostatt sleppa tey, sum hava inntøku, sum er forvunnin uttanlands, undan kravinum at rinda eftirlønargjald í heyst, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Johan Dahl. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815