Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika

Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika
Fyrstu úrslitini frá tilnevningini hjá Demokratunum til amerikanska forsetavalið skuldu eftir ætlan koma í nátt, men enn er einki komið
Veljarar skráseta seg á Roosevelt High School, mánadagin 3. februar 2020, í Des Moines, Iowa
Mynd: AP  
 
04.02.2020 - 08:13

Keldur siga við CNN, at úrslitini koma seinni í dag, lokala tíð. Orsøkin er, at úrslitini frá ymsu veljarafundunum skulu gjøgnum eftirlit.

– Vit tryggja okkum, at tølini eru neyv. Fólk atkvøða framvegis, og vit arbeiða við at fáa úrslitini klár, stendur í frágreiðing frá Demokratunum í Iowa, sambært NBC.

Óreglusemi staðfest í uppteljingini

Umboð fyri valstríðið hjá tveimum av forsetavalevnunum siga við CNN, at tey hava fingið at vita, at appin, sum úrslitini skulu leggjast inn í, er vorðin óvirkin.

Men bara góðan tíma seinni boðar samskiftisdeildin hjá sama flokki frá, at atkvøðugreiðslan dregur út, tí óreglusemi er staðfest í uppteljingini. Tí skal alt kannast av nýggjum

 >> SÍ EISINI Fyrsta demokratiska undanvalið verður í dag

Og samstundis verður vissað um, at einki annað er galið, bara tøkniligur trupulleiki.

– Umframt appina, sum úrslitini skulu sendast til, brúka vit eisini myndir av úrslitunum og skjølum, fyri at tryggja okkum, at úrslitini samsvara, og at tølini, sum vit senda inn, eru røtt, sigur Mansy McClure, samskiftisstjóri hjá Demokratunum í statinum Iowa.

Amerikanska valskipanin er serlig. Tilnevningin byrjaði klokkan 19 lokala tíð í gjárkvøldið. Demokratarnir savnast í ítróttarhallum og samkomuhúsum kring alt Iowa, har kandidaturin í Iowa verður funnin. 

Vinnarin fær nógv uppmerksemi

Vinnarin fær nógv uppmerksemi í fjølmiðlum og størri fíggjarligan stuðul, men søguliga sæst, at tann, sum vinnur í Iowa, ikki altíð verður endaligi vinnarin í tilnevningarvalinum.

Besta dømið um tað var í 1992. Tom Harkin vann tilnevningina hjá Demokratunum í Iowa tepurt. Bill Clinton gjørdist nummar fýra við bara 2,8 prosentum av atkvøðunum. 

Men Bill Clinton fótaði sær tó aftur, hann gjørdist forsetavalevni og hann vann á George Bush, eldra, á valinum í 1992.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595