Iowa: Fyrstu úrslitini komin

Iowa: Fyrstu úrslitini komin
Bara 71 prosent av atkvøðunum eru kunngjørdar eftir atkvøðugreiðsluna, sum var merkt av ruðuleika
Pete Buttigieg, valevni hjá Demokratunum til forsetavalið í USA, heilsar uppá fólk á einum valfundi í býnum Hampton í New Hampshire
Mynd: AP  
 
05.02.2020 - 08:04

Ein partur av úrslitinum av undanvalinum í Iowa er nú almannakunngjørdur, men talan er bara um 71 prosent av atkvøðunum, sambært BBC, sum eru taldar, og úrslitið kemur næstan eitt samdøgur seinni enn ætlanin var. 

Pete Buttigieg, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Indiana, stendur til at fáa sløk 27 prosent av atkvøðunum, Bernie Sanders, góð 25 prosent, á triðja plássi er Elizabeth Warren við góðum 18 prosentum.

Tað eru bara 71 prosent av atkvøðunum taldar, so úrslitið kann broytast, tá liðugt er at telja. At 38 ára gamli Pete Buttigieg fór at fáa so nógvar atkvøður, var ikki væntandi, sigur tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í USA, Steffen Kretz.

 >> SÍ EISINI Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika

Steffen Kretz sigur, at Buttigieg nú tykist at kunna vinna atkvøður í teimum økjunum sum Donald Trump, forseti vann seinast, og tað hevur týdning fyri Demokratiska flokkin.

Tveir av trimum demokratiskum veljarum siga, at tað sum hevur størst týdning, er at finna eitt valevni sum kann vinna á Donaldi Trump, forseta, í november.

Bernie Sanders er tann elsti av demokratisku valevnunum, men hóast tað, so fekk hann nógvar atkvøður.

Republikanararnir eisini undanval mánadagin

Fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, gjørdist nummar fýra við góðum 15 prosentum, men mett var ikki, at hann fór at standa seg væl í Iowa.

Hann hevur annars ligið á odda í veljarakanningum í fleiri mánaðir. Republikanararnir høvdu eisini undanval í Iowa mánadagin.

Hjá teimum kom úrslitið stutt eftir at valið var av. Og Donald Trump, forseti, sum stillar uppaftur, fekk 98 prosent av atkvøðunum, og øll tey 38 valfólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325