Lodnan stóran týdning fyri búskapin

Lodnan stóran týdning fyri búskapin
Lodnan hevur so stóran týdning fyri Ísland, at verður lodnan funnin nú í februar, veksur íslendski búskapurin hálvt prosent
 
05.02.2020 - 08:22

Árini 2016 til 2018 var lodna næst størsta útflutningsvøra Íslands. Bara toskur var størri. Ísland útflutti lodnu fyri 970 milliónir krónur í miðal um árið hesi trý árini.

Toskur varð útfluttur fyri góðar fimm milliardir krónur.  Í fjør var eingin lodna, men Ísland útflutti lodnu, sum var á goymslu, fyri 430.000 krónur. Í ár er heldur eingin lodna funnin enn, men leitað verður nú í februar.

 >> SÍ EISINI Eingin lodna til

Íslendska fíggjarmálaráðið sigur, at verður lodna funnin, legst hálvt prosent afturat búskapinum, um líka nógv lodna verður útflutt sum í 2016, 2017 og 2018.

Men tey, sum hava útflutt lodnu, hava funnið sær onnur mið. Makrelkvotan er 20 prosent størri í ár enn í fjør.

Alifiskur er dupult so nógvur nú. Í fjør varð íslendskur alifiskur útfluttur fyri eina milliard og 350.000 krónur í okkara pengum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891